Friður
![](http://178.128.105.246/host-http-upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/8/88/Peace_symbol_%28fixed_width%29.svg/170px-Peace_symbol_%28fixed_width%29.svg.png)
Friður kann definerast sum frávera av fíggindaskapi, skeldarí og ósemju og er tað mótsatta av kríggi. Orðið kann eisini nýtast um eina støðu sum er trygg, har ongin vandi er á ferð og ongin hóttan um vápnað stríð. Orðið kann nýtast um stilli og um at tað er friðarligt, báði konkret í umhvørvinum men eisini ein kensla av friði í sálini. Orðið kann eisini tulkast sum ein heilsan.
Orðið friður kemur úr norrønum friðr sum merkir «kærleiki» og «friður» og er í ætt við frælsi.
Á fleiri málum verður orðið fyri frið brúkt sum ein heilsan ella eitt farvæl, til dømis tað hawaiska orðið Aloha og tað arabiska orðið Salam. Á enskum verður orðið brúkt sum eitt farvæl, serliga fyri tey deyðu í Rest In Peace. Í føroysku fólkakirkjuni er eisini vanligt at hoyra prestin siga "Friður verið við tykkum". Í Jólaevangeliinum hoyra vit eisini setningin: "Friður á jørð, og í menniskjum góður tokki! Friðarmerkið er merki sem er notað fyrir frið og oftast sett það sem merki allheimsins.