Jump to content

Wien

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Wien
Skjøldur Kort
Skjøldur hjá Wien
Grunddáta
Land: Eysturríki Eysturríki
Borgarstjóri: Michael Häupl
Vídd: 414.87 km²
Vatn: 19.39 km² (4,7 %)
Íbúgvatal (2014): 1.765.649
Íbúgvatættleiki: 4,256/km²
Telefonkota: 01
Tíðarzona: UTC +1
Heimasíða: www.wien.gv.at

Wien er høvuðsstaður í Eysturríki og mentanarligur og politiskur miðdepil í landinum.

Hann var eisini høvuðsstaður í tí mikla keisararíkinum, og frá tí tíðini eru mikil minnismerki og prýðuligir bygningar. Í hesum býi búgva tvær milliónir av fólki. Wien er stásiligur býur við nógvum vøkrum kirkjum og borgum, gitnast av teimum er St. Steffanskirkjan. Dómkirkjan í Wien - St. Steffanskirkjan - er gitin fyri vakurleika. Úr kirkjutorninum sæst út yvir allan býin og yvir í Donau. Býurin stendur við Donau, og tað er stór skipaferðsla frá og til býin eftir ánni. Úr Donau hava teir grivið eina siglirennu inn í býin. Gjøgnum Wien ganga nakrir av teimum mætastu bilvegum og jarnbreytum, sum fara um Alpurnar úr Norðurevropa til Italia. Nógvar jarnbreytir ganga eisini út frá Wien.

Í býnum eru nógvar verksmiðjur, og tær gera m.a. møblar. Wien er stórur ídnaðarbýur; har eru stórar vevstovur, maskinvirki, møblavirki, leðurvirki og instrumentvirki. Vørurnar fara við skipum gjøgnum siglirennuna út í Donau og haðani út á marknaðin í Evropa. Eisini er hann kendur tónleikabýur. Wien hevur verið høvuðstónlistaborgin í Evropa, og har hava heimsins mætastu tónaskald hildið til.

Wien er heimsins besti býur at búgva í 2014, sambært Mercer [1]. Í árligu kanningini hjá I Mercer, "2014 Quality of Living rankings", sum samanber lívskorini í teimum ymisku stórbýunum, liggja teir norðurlendsku høvuðsstaðirnir Keypmannahavn 9, Stokkhólm 19, Oslo 31 og Helsinki 31 millum topp 50 av teimum 223 býunum sum vóru við í kanningini. Nummar tvey á listanum liggur Zürich í Sveis, nummar trý Auckland í Nýsælandi, týski München nummar fýra og kanadiski Vancouver nummar fimm.

Vinarbýir

[rætta | rætta wikitekst]
Ungarn Budapest (Ungarn), síðan 1990
Russland Moskva (Russland), síðan 1991
Slovakia Bratislava (Slovakia), síðan 1993
Kroatia Zagreb (Kroatia), síðan 1994
Pólland Warszawa (Pólland), síðan 2001
Serbia Beograd (Serbia), síðan 2003
Ísrael Tel Aviv (Ísrael), síðan 2005
USA New York (USA), síðan 2006
  1. http://www.mercer.com/articles/quality-of-living-survey-report-2011
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið